- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arne Poulsen farin frá sum aðalstjóri

Arne Poulsen er farin frá sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Tað boðar Løgmansskrivstovan frá seinnapartin.

Løgmaður hevur í samráð við Arna Poulsen gjørt av, at hann fer frá sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum. Avgerðin er
avleiðing av, at Arne Poulsen tann 18. februar var partur í einum máli, ið
verður mett sum brot á sonevnda decorumkravið eftir § 9 í løgtingslógini
um tænastumenn landsins.

Løgmaður hevur samstundis gjørt av at seta
Gunnleyg Árnafjall í fyribils starv sum aðalstjóri frá í dag at rokna. Gunnleyg
Árnafjall starvast frammanundan í Vinnumálaráðnum.

Arne Poulsen verður settur í annað starv í lægri
lønarflokki í landsfyrisitingini, við fyribils staðseting í
Vinnumálaráðnum.