- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjúv! So eru vit í gongd

Hatta var so tað. Mælt er í luftini, fyrsta sendingin er send og nú kunnu vit byrja at smíða ta næstu. Týsdagur er og vit eru øll farin at hyggja fram ímóti næstu sending, samstundis, sum vit mjólka tær seinastu viðmerkingarnar, meiningarnar, rósurnar og burturvendu eygnabráini á teimum, sum tiga tá tey einki gott hava at siga.

Eg havi fingið nógvar viðmerkingar frá teimum, sum hava hugt. Nógv eru samd um at tað var ein góð sending. Summi halda at tað var ein ordiliga góð sending og so eru tey eisini, sum halda at sendingin var minni góð. Matinnslagið hevur fingið nógv høggini, men eisini verturin. For hampuligur, rotin, stirvin. Vit hava fingið at vita at tað var kul, tjekkað, áhugavert, stuttligt og onkur segði at sendingin var nógv tann besta føroyska live sendingin viðkomandi hevði sæð.

Manglar tempo sigur onkur - spita upp siga nøkur og so er tað onkur sum hevur krympað tær.

Men eitt er vist og tað er at nógv hava hugt at sendingini. Vit reypaðu óført fyri sendingini áðrenn, kanska ov nógv, men úrslitið var at fólk høvdu varnast at har kom ein nýggj sending. Og nógv av teimum sum hava hugt, hava sagt mær at tey tímdu væl at hyggja.

Um vit skera tað inn til bein, so er tað tað tað snýr seg um. At fáa fólk at hyggja og at tíma at hyggja. Og nú er tað at vit koma inn til tað sum tað snýr seg um. Hvat tímir man at hyggja at.

Til næstu sending fara vit at arbeiða hart fyri at gera tað enn betur. Arbeiðið hjá vertinum skal trimmast, eygnabráið tjekkast og smílið breiðkast. Kanska. Tað vita vit ikki enn, tí vit síggja tað best í studio og vit fara at kanna nærri, hvussu vit gera tað enn betur.

Men sjálv sendingin verður ikki grundleggjandi øðrvísi. Grundhugsjónin er at bjóða hyggjaranum inn til eina áhugaverda løtu við spennandi gestum, tónleiki og hugvekjandi innsløgum. Tí tað tíma vit at hyggja at og vit vóna at tey eru fleiri við okkum.

Fríggjakvøldið!