- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frágreiðingin um Stord vanlukkuna liðug

At spoilararnir ikki virkaðu eftir vild, tá flogfarið setti seg á Sørstokken floghavnini í Stord, er ikki einsamalla orsøkin til vanlukkuna, sigur norska skaðanevndin.

Flogfarið hjá Atlantsflogi megnaði ikki at steðga og fór av breytini. Fýra fólk lótu lív, tá flogfarið kolaðist upp.

Serliga tríggjar orsøkir høvdu við sær, at vanlukkan bleiv so ógvuslig, sigur skaðanevndin.

Slagið av flogførum er ein orsøk, flogvøllurin ein onnur og triðja orsøkin er tað, sum flogskipararnir gjørdu.

Sí alla frágreiðingina um vanlukkuna her