Uppskrift: Reyðrótabúffur

Uppskrift: Reyðrótabúffur
Í Mælt hesuferð borðreiðir Jóhanna á Tjaldrafløtti við reyðrótabúffi við salati. Her er uppskriftin
 
20.04.2012 - 16:41

Reyðrótabúffar 6. stk

Tilfar

  • 1 lítlan leyk
  • 1 bát av hvítleyki
  • 250 g av malnum neytakjøti  10-12 % feitt
  • 250 g av malnum  svínakjøti  10-12 % feitt
  • 1½ tesk av salti
  • ¼ tesk av pipari
  • 2 súpisk av persillu
  • 1 egg
  • 60 g ( 1 dl ) av hveitimjøli
  • ½-1 dl av mjólk
  • 200 g av rivnum reyðrótum
  • 100 g av soppum

 

Bakaðar rótfruktir

Tilfar

  • 1 kg av blandaðum rótfruktum
  • 1 súpisk av olju
  • Salt og pipar
  • 2 perir
  • 50 g av valnøtum
  • 50 g av rukola

 

Dressing

Tilfar

  • 2 súpisk av hunangi
  • 2 súpisk av balsamico eddiki
  • 1 súpisk av vatni
  • Salt, pipar og hvítleyk

 

Arbeiðsháttur

  • Sker leykin og hvítleykin smátt
  • Rør restina av tilfarinum saman
  • Rív reyðrøturnar og sker sopparnar smátt og rør í farsi
  • Evna til 6 búffar
  • Hita oljuna á einari pannum  og  steik búffarnar í umleið 10 min á hvørjari síðu

 

Arbeiðsháttur

  • Flys grønmeti og sker í bátar ella puntar
  • Koyr oljuna omanyvir grønmeti og stroy við salti og pipari
  • Koyr grønmeti í eitt ovnfast fat
  • Hita ovnin til 190 c og baka í mitt í ovninum í uml. 40 min.
  • Sker perurnar í bátar, valnøturnar í 4. 
  • Blanda alt tilfari saman
  • Rør tilfarið til dressingina saman og koyr omanyvir salatið
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265