Palli hjá Marionnu keypir triðingin av Vesturskini

Palli hjá Marionnu keypir triðingin av Vesturskini
Felagið lænir samstundis Vesturskini átta milliónir at umbyggja Brestir og Vesturleika
Partafelagið Palli hjá Marionnu keypir triðingin av smápartafelagnum Vesturskini og lænir Vesturskini átta milliónir at umbyggja Brestir og Vesturleika, sum her eru avmyndaðir við bryggju í Klaksvík.

30.05.2012 - 09:43

Tað er ikki kappingaravlagandi, at partafelagið Palli hjá Marionnu keypir triðingin av smápartafelagnum Vesturskin.

Tað sigur Kappingarráðið, sum hevur góðkent uttan at leggja nakra treyt við, at Palli hjá Marionnu yvirtekur triðingin av Vesturskini.

Kappingarráðið sigur, at felagið Palli hjá Marionnu er í uppsjóvarvinnuni, og Vesturskin er í botnfiskavinnuni.

Kappingarráðið sigur, at virkna kappingin verður ikki hindrað, tí ein marknaðarráðandi støða verður hvørki skapt ella styrkt, hóast Palli hjá Marionnu keypir 33,667 prosent av Vesturskini.

Tey bæði feløgini hava avtalað, at Palli hjá Marionnu lænir Vesturskini átta milliónir krónur til at umbyggja trolararnar Brestir og Vesturleika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424