Valið í Russlandi kann geva ábendingar

Valið í Russlandi kann geva ábendingar
Hóast politiska mótstøðan móti Putin er nógv avmarkað og at valið neyvan broytir nógv, so kann millum annað vallutøkan geva ábendingar um, hvat russar veruliga hugsa.
Tór Marni Weihe
 
20.09.2026 - 18:35

- Tað er lítið, sum bendir á stórar politiskar broytingar eftir valið í Russlandi. Tað sigur Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum, nú tað er í dag er seinasti valdagur í Russlandi.

 

Russar skulu millum annað velja nýggj umboð í Dumuna, sum er undirhúsið í russiska tjóðartinginum. Valið byrjaði fríggjadagin og hevur vart í tríggjar dagar. Tilsamans skulu 450 umboð veljast fyri eitt fimm ára skeið.

 

Flokkurin Sameint Russland, sum stuðlar Vladimir Putin forseta, hevur í dag greiðan meiriluta í Dumuni. Politisk mótstøða í Russlandi er samstundis nógv avmarkað, og fleiri valevni, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, hava ikki fingið loyvi at stilla upp. Men hóast tað, so kann valið kortini geva nakrar ábendingar. Millum annað vallutøkan og stuðulin til Sameint Russland kann geva ábendingar um, hvat russar veruliga hugsa, sigur Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum.

 

Hoyr samrøðuna við Tór Marna Weihe, beinleiðis í tíðindunum klokkan 14.00

 

1833546

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655