Skotar fegnast um tiltøkini móti Føroyum

Skotar fegnast um tiltøkini móti Føroyum
Nú hevur tað týdning, at londini koma aftur til samráðingarborðið, sigur stjórin fyri skotsku uppsjóvarvinnuna
ES heldur uppá, at føroyski makrelfiskiskapurin er ikki burðardyggur, og fer nú at seta tiltøk í verk móti Føroyum. Tað dámar skotsku uppsjóvarvinnuni væl.

28.06.2012 - 11:07

Skotska fiskivinnan fegnast um, at danski ES-formansskapurin og ES-tingið eru samd um tiltøkini, sum skulu setast í verk móti londum, ið ikki fiska burðardygt.

- Skotskir fiskimenn frøast um avtaluna, ið gevur møguleika at seta tiltøk í verk móti makrelfiskiskapinum hjá føroyingum og íslendingum, sigur stjórin fori skotsku uppsjóvarvinnuna, Ian Gatt, við norska blaðið Fiskeribladet/Fiskaren í dag.

Skotska uppsjóvarvinnan heldur uppá, at føroyski og íslendski makrelfiskiskapurin samsvarar ikki við ábyrgdarfulla stovnsrøkt av ferðandi stovninum.

Fleiri møguleikar

Skotsku fiskimenninir vísa á, at nýggja ætlanin gevur møguleika fyri, at ES forðar innflutningi av øðrum vørum enn teimum, sum hava beinleiðis samband við makrelfiskiskapin.

- Vit hava í longri tíð biðið um at fáa hesi tiltøk sett í verk, og tí fegnast vit um, at málið endiliga er komið so langt. Tað hevur eisini týdning, at hesi tiltøk eru staðfest, áðrenn næstu samráðingarnar byrja í oktober mánaði, sigur Ian Gatt.

- Vónandi merkir hetta, at Ísland og Føroyar ásanna, at fiskiskapurin ikki er byrðardyggur og ikki verður viðurkendur av altjóða fiskivinnu-samfelagnum. Nú hevur tað týdning, at londini koma aftur til samráðingarborðið, so at virðismikli makrelstovnurin kann røkjast við skili, sigur stjórin fyri skotsku uppsjóvarvinnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811