- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frídømdur í Føroya rætti - dømdur í Landsrættinum

Ein maður, sum Føroya rættur frídømdi fyri hvítvask, er dømdur í Landsrættinum.
Hann fekk fimm mánaða treytaða fongsulsrevsing.
Maðurin var ákærdur fyri serliga grovt hvítvask og fyri at royna at fremja serliga grovt hvítvask.
Hann er dømdur fyri bæði.
Maðurin er dani.
Hvítvaskaði hálva millión
Hann er dømdur fyri at vaska hvíta næstan hálva millión krónur.
Neyva talið er 481.366 kr., sum hann hevði, tá hann var tikin í Føroyum.
Maðurin fekk pengarnar í hondina í Føroyum. Pengarnir skuldu flytast til Danmarkar.
Ákæruvaldið heldur uppá, at pengarnir stava frá rúsevnissølu.
Keypti elektroniska útgerð
Maðurin keypti elektroniska útgerð frá tveimum handlum í Havn fyri 97.500 kr. Dagin eftir læt hann útgerðina innaftur.
Frá øðrum handlinum fekk hann nakrar pengar fluttar.
Frá hinum fekk hann teir í hondina.
Hvítvaskingin var gjørd frá 31. mai til 3. juni í 2021.
Ákærdi og nú dømdi maðurin noktaði seg sekan.


























