- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan vil hava strangari reglur fyri heimablídni
Ferðavinnan vil hava strangari reglur fyri heimablídni
Kunngerðin, sum var gjørd, kom ongantíð í gildi, ti løgtingsval var útskrivað. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann ætlar ikki at taka málið uppaftur

Ferðavinnufelagið vil hava strangari reglur fyri heimablídni.
14.10.2026 - 18:00
Ein kunngerð um at seta strangari treytir fyri heimablídni var til hoyringar stutt fyri løgtingsvalið í vár, men kunngerðin kom ongantíð í gildi.
Nú heitir ferðavinnufelagið á landstýrismannin um at taka málið uppaftur.
Sambært kunngerðini skuldi veitarin vera húsfólk, sum býr á staðnum, har maturin verður borðreiddur, og at maturin verður gjørdur í privatum køki, sum húsfólkið brúkar. Ikki skuldi vera loyvt at hava virksemið ikki í úthúsi, fjósi, neysti ella høli, sum ikki er bústaður ella heim hjá veitaranum.
Jacob Vestergaard umsitur nú málsøkið, og hann hevur ongar ætlanir um taka málið uppaftur.
Hoyr innslag í íutvarpstíðindunum:
14102026_Heimablidni
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























