- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arafat verður kanska grivin uppaftur

Tunesia fer at kalla Arabisku Samgonguna saman til snarfundar við tí fyri eyga at kanna, hví palestinski leiðarin, Yasser Arafat, doyði í 2004.

Nýggjar upplýsingar benda á, at Arafat varð eitraður.

Tunesiski uttanríkisráðharrin, Rafik Abdessalem, sigur, at ætlanin er at seta eina altjóða nevnd at kanna málið.

- Vit skylda Arafat tað, tí hann hevði so stóra ávirkan á palestinsku søkina, sigur tunesiski uttanríkisráðharrin eftir ein fund við forseta landsins.

Nógv bendir á, at Yasser Arafat varð eitraður við evninum polonium, vísa starvsstovukanningar av klæðum, náttklæðum og tannbustini hjá Arafat.

Kona palestinska leiðaran, Suha, hevur eisini mælt til, at tað verður kannað, hví Arafat doyði. Talan kann verða um at grava líkið uppaftur.

Tað var evnið polonium, sum beindi fyri frálopna KGB-njósnaranum, Aleksander Litvinenko, í London í 2006. Tveir menn eru settir í samband við deyða Litvinenko, men Russland hevur sýtt fyri at samstarva við bretsku løgregluna um málið.