- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið í ES fer at vaksa nógv komandi árini

Nógv størv fara at hvørva komandi fýra árini. Arbeiðsloysið er serliga stórt í teimum suðurevropeisku londunum. Men nógv bendir eisini á, at arbeiðsmarknaðurin viknar í Eysturríki, Belgia, Týsklandi, Luxembourg og Malta.

Altjóða arbeiðarafelagsskapurin mælir í eini frágreiðing til, at politisk tiltøk verða sett í verk til tess at tálma høga arbeiðsloysinum.

- Tað verða ikki bert evrolondini, sum fara at kenna sviðan av, at nógv ganga arbeiðsleys, mem tað fer eisini at ávirka altjóða búskapin, sigur stjórin í ILO - International Labour Organisation, Juan Somavia.

Ringast í Spania

Í Spania stendur ringast til við arbeiðsloysi. Har eru 24,6 prosent av fólkunum arbeiðsleys. Síðan kemur Portugal, har arbeiðsloysið er 15,2 prosent. Í Týsklandi eru 5,6 prosent arbeiðsleys, í Danmark eru tey 6,2 prosent og í Føroyum er arbeiðsloysið 5,5 prosent.

Frágreiðingin frá ILO kemur í hølunum á eini forsøgn frá OECD, sum júst hevur gjørt vart við døpru útlitini við teimum nógvu arbeiðsleysu.

Sambært OECD skulu 14 milliónir nýggj størv finnast ella blíva til, fyri at hava tað somu arbeiðsfjøldina, sum var fyri fíggjarkreppuna.

Abeiðsloysið er síðan 2010 vaksið í meiri enn helvtini av teimum 17 evrulondunum.