Altingsvalið: Fimm flokkar komu ikki upp um tinggáttina

Altingsvalið: Fimm flokkar komu ikki upp um tinggáttina
Samfylkingin gjørdist størsti flokkur á altingsvalinum leygardagin, og í dag hitta forfólkini í teimum seks flokkunum, sum nú eru í altinginum, forsetan
Góður hýrur á valveitsluni hjá Samfylkingini leygarkvøldið. Nógv vildu hálsfevna forkvinnuna, Kristrún Frostadóttir.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
02.12.2024 - 08:16

Fimm av teimum 11 flokkunum, sum stillaðu upp til altingsvalið leygardagin, komu ikki upp um tinggáttina.

Teirra millum eru tey Vinstru grønu, sum hava verið í ríkisstjórnini í meira enn sjey ár í hesum umfarinum og enntá havt forsætismálaráðharran næstan øll sjey árini.

Flokkurin hevur verið í altinginum síðani hann var stovnaður í 1999.

Hann var størstur í 2009, tá hann fekk 14 tingfólk.

Á valinum nú fekk hann bara 2,3 prosent.

 

Svandís Svavarsdóttir hevur verið forkvinna í Vinstru grønu seinastu tíðina. 

 

Samfylkingin vann

Sosialdemokratiski flokkurin Samfylkingin vann altingsvalið. Hann fekk 20,8 prosent, næstan dupult so nógv sum í 2021. 

Samfylkingin hevur nú 15 tingfólk, níggju fleiri enn hon hevði.

Næststørsti flokkur er Sjálvstæðisflokkurin, sum fekk 19,4 prosent, men hann misti tveir tingsessir.

Í dag fara forfólkini í teimum seks flokkunum, sum nú eru í altinginum, at hitta forsetan, sum eftir at hava tosað við øll, fer at biðja eitt teirra skipa stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655