Dýrari hjá teimum gomlu

Dýrari hjá teimum gomlu
Gjøldini fyri búpláss, heimahjálp og umlætting í Tórshavnar kommunu hækka á nýggjárinum
Tað verður dýrari at búgva í Boðnesheiminum á nýggjárinum.
 
02.12.2024 - 06:37

Gjøldini fyri búpláss, heimahjálp og umlætting í Tórshavnar kommunu hækka á nýggjárinum.

Tað verður gjørt sambært uppskotinum hjá Kommunufelagnum um felags leist.

Kunngerð um eldratænastur kom 1. apríl í fjør.

Sambært henni fáa kommunur heimild til sjálvar at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur.

Gjaldið fyri búpláss er ásett eftir inntøku umframt fólkapensjón og samhaldsfasta.

Minsta hækkingin er 1.007 krónur um mánaðin, tann størsta er 2.050 krónur.  

Heimahjálpin verður níggju krónur dýrari um tíman hjá teimum, sum tjena millum 50.000 og 55.000 um árið, og 35 kr. hjá teimum, sum hava inntøku, sum er 275.000 kr. ella meira enn tað. 

Umlætting fer at kosta 27 kr. meira fyri samdøgrið.

Tað geva til dømis 189 kr. meira um vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334