- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bátarnir í Sjófela fáa nú makrelloyvi

Tað sleppa línuskipini. Og eitt línuskip
hevur nú søkt um loyvi at lata frá sær veiðuloyvið til eitt nótaskip, so tað
kann fiska makrelin hjá línuskipinum.

Allir stívliga hundrað bátarnir, sum eru í samtakinum Sjófeli, fáa loyvi
at fiska makrel av felagskvotuni hjá bátum, sum eru minni enn 15 tons.

Samtakið fær onki loyvi

Men samtakið fær ikki makrelloyvi, tí Sjófeli eigur ongan bát og hevur
tí heldur einki veiðuloyvi.

Nakrir bátaeigarar, sum eru við í Sjófela, søktu eisini sjálvir um loyvi
at fiska makrel. Men hinir, sum ikki gjørdu tað, fáa nú loyvi, eftir at Andrass
Kristiansen á Fiskivinnustovuni og Óli Jacobsen í Sjófela tosaðu saman í síðstu
viku.

Sleppa ikki at fiska við nótaskipi

Sjófeli søkti um 15 prosent av makrelkvotuni, 22.250 tons. Sjófeli søkti
eisini um loyvi til at fiska ein part av kvotuni við nótaskipi, sum samtakið
ætlaði at útvega sær.

Men tað ber ikki til sambært kunngerð, sum forðar fyri, at veiðuloyvi
verður flutt til størri skip. Talan er um felagskvotu, og hvør bátur kann fiska
í mesta lagi tíggju prosent, 300 tons, av felagskvotuni hjá bátunum.

Línuskip undantak

Kunngerðin hevur eitt undantak, sum er línuskipini. Fiskimálaráðið hevur
fingið umsókn frá einum línuskipi, sum vil lata einum nótaskipi sítt
veiðuloyvi. so nótaskipið kann fiska makrelin hjá línuskipinum. Fiskimálaráðið
viðger umsóknina í løtuni og hevur ikki svarað henni.

Fáa línuskip loyvi til at lata nótaskipum veiðuloyvið, noyðast
línuskipini at liggja so leingi, nótaskipið hevur veiðuloyvið.

Ónøgd við málsviðgerðina

Í svari til Fiskimálaráðið sigur Sjófeli, at samtakið loyvir sær at sáa
iva um bæði málsviðgerð og niðurstøðu Fiskimálaráðsins um ikki at geva
samtakinum makrelkvotu.

Í svarinum, sum Óli Jacobsen hevur skrivað, stendur, at tað er bæði undranar- og átalu­vert, at ráðið ikki spyr fyrr enn
slakar fimm mánaðir eftir, at umsóknirnar eru komnar inn, um hvør bátur í
Sjófela eisini skal teljast við sum serstakur umsøkjari.

Margháttlig

Fyrisitingarliga seinførið ella drálið hjá
Fiskimálaráðnum er so mikið meira marghátt­ligt, tá havt verð­ur í huga, at
talan er um umsóknir um vertíðarbundin veiðurættindi, sum kunnu hava stór­an
týdn­ing fyri umsøkjararnar. Ikki fyrr enn nú fleiri vikur eftir, at makrel­veið­an
byrj­aði, biður ráðið um eina avkáring, sum tað heldur vera neyðuga fyri at
kunna avgreiða málið, stendur í brævinum frá Sjófela, sum er dagfest 19.juli,
til Fiskimálaráðið.

Kann ikki
misskiljast

Sambært Sjófela kann umsóknin frá samtakinum ikki
misskiljast. Har eru yvir hundrað serstakar umsóknir um loyvi at fiska makrel.
Samstundis boða umsøkjarnir frá, at teir eru við í samtakinum, um Sjófeli
sleppur at samskipa veiðuna.

Nú fáa allir bátarnir í
Sjófela, sum ikki longu hava fingið makrelloyvi, slíkt loyvi frá
Fiskimálaráðnum. Men bátarnir skulu sjálvir fiska makrelin.