- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámará í fútarættin

Sambært Thorkild Høyer, advokati, var mannagongdin skeiv í báðum førum, tá festið í Fámara varð lýst til sølu á uppboði. Tí eigur sølan at ganga umaftur, sigur hann.

Hendan partin av kæruni viðger Fiskimálaráðið ikki, tí hann er uttan fyri málsræðið hjá Fiskimálaráðnum. Eftir at hava spurt seg fyri í Innlendismálaráðnum hevur Fiskimálaráðið sent kæruna um uppboðssøluna til Fútarættin.

Kæran vísir til kunngerð frá 1936 um uppboðssølur í Føroyum. Sambært teirri kunngerðini skulu kærur um uppboðshaldarar sendast løgmálaráðharranum umvegis Fútarættin.

Málið takast frá Búnaðarstovuni

Johan Dalsgaard krevur annars í kæruni, at málið um Fámara verður tikið frá Búnaðarstovuni og latið øðrum stovni at avgreiða. Harafturat at festið ikki verður selt Árna Brattaberg.

Fiskimálaráðið hevur givið kæruni steðgandi virknað. Og nú hevur Fiskimálaráðið sent øllum fýra, sum bjóðaðu upp á Fámara, kæruna hjá Johan Dalsgaard og onnur skjøl henni viðvíkjandi til ummælis. Freistin at svara er 31.juli.