- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin setir Faroe Pride

Skrúðgongan byrjar við Gundadalshøllina klokkan fýra seinnapartin. Gingið verður oman í Tórsgøtu, har konsert verður við føroyskum og íslendskum tónleikarum.

Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, verður gestarøðari á Faroe Pride-tiltakinum, ið er tað triðja av sínum slag í Føroyum.

Framsýning í Østrøm

Í dag letur ein framsýning undir heitinum "Hvat er natúrligt" upp í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin lýsir samkyndleika og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór. 14 føroysk listafólk og fleiri grønlendsk og íslendsk listafólk eru við á framsýningini.

LGBT - felagið hjá samkyndum og tvíkyndum í Føroyum - ætlar, at framsýningin skal vera opin allan august mánað, soleiðis at skúlar eisini fáa høvi at vitja framsýningina við næmingum.