Útlendsk ferðafólk góvu 1,4 milliardir í útflutningsvirði í fjør

Útlendsk ferðafólk góvu 1,4 milliardir í útflutningsvirði í fjør
130.000 útlendsk ferðafólk eru í Føroyum um árið, og í fjør vaks umsetningurin hjá ferðavinnuni 100 milliónir kr.
Umleið 130.000 ferðafólk vitja Føroyar um árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2026 - 08:37

Fyribilstøl frá Hagstovuni vísa, at útlendsk ferðafólk góvu góðar 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði í 2025. 

Í 2024 var virðið 1,3 milliardir.

Tað árið hevði ferðavinnan 7,6 prosent av føroyska útflutninginum, sigur Visit Faroe Islands, sum sigur, at ferðavinnan var triðja størsta útflutningsvinnan í Føroyum í fjør. 

Annars eru ferðafólkini ikki fleiri nú enn fyri trimum árum síðani.

Tey eru 130.000 um árið.

 

Umsetningurin vaks 100 milliónir

Kortini vaks umsetingurin hjá ferðavinnuni 100 mió. kr. í fjør.

Orsøkin er, sigur Visit Faroe Islands, fleiri fólk, sum koma við flogfari.

Tey brúka fleiri pengar her og steðga longur.

Í fjør komu 70.000 ferðafólk við flogfari og 60.000 við skipi.

Í 2024 komu 65.000 við flogfari og eisini 65.000 við skipi.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025