- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagstovnurin í Hoyvík gjørdist kostnaðarmikil

Mett varð, at tað fór at kosta 8 miljónir krónur at umvæla dagstovnin, men nú umvælingin er liðug, er rokningin komin uppá 14 miljónir krónur.

Á eykabýráðsfundi nú fyrrapartin skulu 8 miljónir krónur játtast í eykajáttan til umvælingina av Dagstovninum í Hoyvík. Eykajáttanin verður tikin av øðrum játtanum innan mentunarøkið, ið kortini ikki verða brúktar í ár.

Eitt mistak

Tað var eitt mistak at fara undir at umvæla Dagstovnin í Hoyvík, ásannar borgarstjórin í Havn.

-Tað vísti seg, at soppurin var nógv meira umfatandi, enn vit høvdu mett. Tá umvælingarnar vóru byrjaðar, bar ikki til at steðga aftur, sigur Heðin Mortensen.

Ringu royndirnar frá umvælingini av Dagstovninum í Hoyvík hava gjørt, at kommunan ikki vil fara undir at umvæla dagstovnin Birkilund á Kommansmýri, ið eisini er fongdur við soppi. Bygningurin verður í staðin tikin niður, og nýggjur dagstovnur bygdur.

Nýggi dagstovnurin á Kommansmýri er mettur at kosta 30 miljónir krónur.

Tey 90 børnini, ið ganga í Birkilund, fáa innivst á Adventistaskúlanum og øðrum bygningum í grannalagnum, meðan nýggjur dagstovnur verður bygdur.