- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilboðssølan hjá Rúsdrekkasøluni steðgað

Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at ætlanin skal steðga, til málið er lýst við atliti til rúsdrekka- og heilsupolitikkin.

Rúsdrekkasølan hevur selt vørur, ið ikki ber til at selja fyri vanligan prís, við avsláttri. Talan er um vørur, har haldbarið er við at ganga út, vørur í skaddum pakningi, og vørur, sum ikki selja og tí ikki verða keyptar aftur.

Loyvir ikki avsláttri

Sambært kunngerð um Rúsdrekkasølu Landsins er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum. Men allar lækkingar í prísinum fella sambært Vinnumálaráðnum ikki undir greinina um forboð fyri prísavsláttri.

Bert tá talan er um sølufremjandi tiltak, ið verður nýtt í einum avmarkaðum tíðarskeiði ella undir ávísum treytum, er ikki loyvt at geva avsláttur í prísinum.

Rúsdrekkasølan hevur ikki mett, at talan er um avsláttur ella tilboð, sum forboð er sett fyri í kunngerðini, men um broyttan prís, tí tá prísurin á vøruni er settur niður, verður hann ikki settur uppaftur til upprunaliga prísin.

Ikki í stríð við kunngerðina, kortini

Landsstýrismaðurin í vinnumálum er samdur í, at príslækkingini hjá Rúsdrekkasøluni ikki er í stríð við kunngerðina. Men hann hevur kortini avgjørt at steðga ætlaðu prísbroytingunum hjá Rúsdrekkasøluni, tí hann heldur, at málið fyrst skal viðgerast við altiti til rúsdrekka- og heilsupolitikkin hjá samgonguni.

Vit ætlaðu at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, hví hann hevur givið Rúsuni forboð fyri at selja rúsdrekka upp á tilboð, hóast hann metir, at hetta ikki er í stríð við kunngerðina. Men hann sigur, at hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til hetta málið.