- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj Birkilund í Eysturbýnum

Gamla Birkilund verður tikin niður, tí blámusoppur er í honum, og nýggjur stovnur bygdur á grundstykkinum. Arbeiðið verður fyrireikað í ár, og byggingin byrjar næsta ár.

Ætlanin er at brúka pengarnar, sum kommunan spardi, tá pedagogarnir vóru í verkfalli fyrr í ár, til fyrireikingarnar. Kommunan spardi slakar 3,7 milliónir krónur, meðan varkfallið var.

Kostnaðarmikið at umvæla

Metingar siga, at tað fer at kosta 34 mió. kr. at byggja Birkilund. At umvælt ta gomlu hevði kostað 21 milliónir.

Dagstovnurin Birkilund gjørdist kommunalur stovnur á nýggjárinum.

Birkilund, sum er við Hoyvíksvegin, hevur pláss fyri 36 børnum í vøggustovu og 80 í barnagarði.

Nýggi stovnurin verður líka stórur sum tann gamli.

Innivist í Adventistaskúlanum

Børnini í Birkilund fáa innvist í Adventistaskúlanum og í øðrum bygningum í grannalagnum, meðan nýggja Birkilund verður bygd.

Hóast barnatalið í Havn minkar, er brúk fyri hesum stovninum. Birkilund er millum størstu dagsstovnar í kommununi. Harumframt er hann einasti dagsstovnur afturat Lítlaskógi, sum serliga hevur Eysturbýin sum upptøkuøki, sigur býráðið.