- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sild er ein triðingur av makrelveiðuni

Á rættarfundinum í gjár um fiskiloyvið hjá Slættabergi varð upplýst, at skipini, sum landaðu til Faroe Pelagic í Kollafirði frá 19.juni til 19.juli høvdu í miðal 34 prosent av sild.

Hóast nótaskipini og ídnaðarskipini kunnu hava meira enn tíggju prosent av sild sum hjáveiðu, tá tey fiska makrel, kemur tann nógva sildin illa við júst nú.

Minni fæst fyri sildina nú enn seinni í ár. Tí høvdu skipini viljað goymt sær sildina til seinni.

Eginkvotur

Nótaskipini hava sínar egnu sildakvotur, og ídnaðarskipini, tó ikki Slættaberg, hava eina felags sildakvotu, sum er 2.000 tons.

Nógv sild hevur verið uppi í makrelinum higartil, men nú er hon farin at minka.

Upplýst varð eisini á rættarfundinum í gjár, at tað ber til at fiska makrel soleiðis, at minni sild kemur í trolið. Tað verður gjørt við nógv grynri troli, tað er tá trolið ikki stingur djúpari enn 15 metrar.

Russarar fiska makrel reint á somu leiðum, sum føroysku skipini fáa nógva sild saman við makrelinum, sigur Fiskiveiðueftirlitið.