- Tíðindi, mentan og ítróttur
Solarium bannað fólki undir 18 ár

Tað er vísundaliga staðfest, at ultraviolett ljós økir um vandan fyri at fáa krabbamein í húðini. Krabbameinsætlanin, ið varð gjørd í 2009, mælir til, at tað verður bannað ungum undir 18 ár at nýta solarium.

Fylgir krabbameinsætlanini

Landsstýrið ætlar nú at fylgja tilmælinum í krabbameinsætlanini og fer í næstum at leggja eitt lógaruppskot fyri løgtingið, ið bannar solarium til fólk yngri enn 18 ár. Lógin fer at seta krøv til tey, sum selja solarium, og at áseta revsing í sambandi við brot á lógina.