- Tíðindi, mentan og ítróttur
Turkaði toskarhøvd úr Noreg til Nigeria

- Higartil í ár hevur Saga Fisk í Svolvær í Noregi útflutt 10-20 prosent fleiri turkaði toskarhøvd til Nigeria enn alt seinasta ár.

Tað sigur Erling Santi Falch við FiskeribladetFiskaren. Og hjá Lofoten Viking váttar Arne Mathisen gongdina.

Góð proteinkelda
Arne Mathisen sigur, at toskarhøvd eru ein góð proteinkelda, og í tíðum við búskaparligum ótryggleika sær út til, at bíligur matur kemur í fremstu røð.

Seiður og hýsa
Størsti parturin av norska útflutninginum til Nigeria er kortini vanligur turrur fiskur. Og hóast nógvur turrur fiskur í løtuni liggur á goymslu í Noregi, so bera tey ongan ótta fyri, at goymslurnar ikki verða tømdar.

Ove Johansen, marknaðaranalytikari í Ráðnum fyri Sjógæti sigur við FiskeribladetFiskaren, at hagtølini vísa, at til og við juni í ár eru útflutt 1.712 tons av turkaðum toskarhøvdum til Nigeria sammett við 902 tons alt árið í fjør. Og kostnaðurin liggur oman fyri 20 føroyskar krónur.