Pidda-málið: Nevningatingið verður í november

Pidda-málið: Nevningatingið verður í november
Útsetta nevningatingið, sum eftir ætlan skuldi byrjað mánadagin 3. september, verður í november, upplýsir Føroya Rættur
Nevningatingið í Pidda-málinum, sum skuldi byrja 3. september, varð útsett. Nú er avgjørt, at nevningatingið verður í november
 
16.08.2012 - 13:05

Upprunaliga var ætlanin, at nevningatingið í málinum um tann horvna Dánjal Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, skuldi byrjað í Føroya Rætti mánadagin 3. september.

Føroya Rættur sigur, at rættarhølið er sett av til nevningatingið í døgunum frá 5. til 23. november. Sostatt er eisini greitt, at útsetta nevningatingið verður í november mánað.

Politiið avgjørdi 18. juli, at leitast skuldi eftir líkinum av Dánjali Peturi Hansen í Neshaganum á Toftum. Samstundis boðaði politiið frá, at nevningatingið í málinum fór at verða útsett, tí nýggjar upplýsingar vóru komnar fram.

Hóast leitað varð við fýra servandum hundum úr Danmark, ið eru vandir at finna niðurgrivinar lutir, fann politiið ikki nýggj prógv í málinum um Dánjal Petur Hansen, ið hevur verið horvin síðani 4. november í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025