Nógv størri kommunuskattur í Suðuroynni

bannari
Nógv størri kommunuskattur í Suðuroynni
Størsti vøksturin er í Hvalba og á Tvøroyri
Kommunurnar í Suðuroynni hava samanlagt fingið 5,5 prosent meiri í kommunuskatti í ár. Á Tvøroyri (myndin) komu 17 prosent meiri í kommunukassan í august enn sama mánað í fjør.
 
04.09.2012 - 12:26

Nærum allar kommunurnar í Suðuroynni fingu meira kommunuskatt í august mánaði í ár sammett við sama mánað í fjør. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS.

Størsti vøksturin er í Hvalba og á Tvøroyri, ið ávikavist fingu 25 prosent og 17 prosent meiri kommunuskatt í august samanborið við í fjør. Eisini í Fámjin, Hovi, Vági og Sumba er framgongd. Kommunurnar í Suðuroynni hava samanlagt fingið 5,5 prosent meiri í kommunuskatti í ár.

Samlaði kommunuskatturin í Føroyum er slakar 23 milliónir krónur ella 2,53% hægri higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053