Fámjingar vilja hava tunnil

bannari
Fámjingar vilja hava tunnil
Fámjinsvegurin er hættisligur og ringur at koyra eftir, sigur bygdarráðið, sum hevur vent sær til Løgtingið og landsstýrið við málinum
Bygdarráðið í Fámjin heitir nú á løgtingið og landsstýrið um at raðfesta nýggja farleið til bygdina.
 
08.10.2012 - 17:28
Bygdarráðið í Fámjin heitir á Løgtingið og landsstýrið um at raðfesta eina nýggja farleið til bygdina.
 
- Í stuttum kann sigast um Fámjinsvegin, at hann er smalur, hevur hættislig sving, har eru ov fá víkipláss, grót ryður dagliga oman á vegin, og sum heild er vegurin sera ringur at koyra eftir, serliga um veturin, sigur kommunustýrið í Fámjin í brævi til Løgtingið og landsstýrið.
 
Í brævinum, sum fyrst og fremst er stílað Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, vísir bygdarráðið á uppskotið hjá Landsverki um at gera ein tunnil til bygdina.
 
Smalur vegur
 
Í heildarætlanini fyri samferðslukervið, árini 2008 til 2020, vísir Landsverk á, at farleiðin Øravík-Fámjin er ein smalur vegur, sum liggur høgt og er sera brattur, har vanta vegakslar, og um veturin kunnu vera trupulleikar.
 
Sum uppskot til loysn á trupulleikanum vísir Landsverk á, at á ovasta strekkinum, umleið tveir kilometrar, kann við fyrimuni gerast ein tunnil, ið er 600-800 metrar, sum fer at bøta um størstu trupulleikarnar.
 
Samstundis staðfestir Landsverk í stóru samferðsluætlanini, Heildarætlan 2008 til 2020, at allur vegurin treingir til dagføring.
 
Men farleiðin til Fámjin er ikki raðfest - hvørki í heildarætlanini ella í fíggjarlógaruppskotinum. Og tað hevur um dagarnar fingið bygdaráðið í Fámjin at heita á landsstýrið um at fáa gjørt ein tunnil til Fámjins sum skjótast.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328