- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu læra samfelagsfrøði í fólkaskúlanum

Samfelagsfrøði skal gerast partur av undirvísingini í fólkaskúlanum.

Tað heldur, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina, so allir næmingar í 9. flokki fáa frálæru í samfelagsfrøði.

Í viðmerkingunum til uppskotið vísir Eyðgunn Samuelsen á, at tað kann tykjast løgið, at fólkaaskúlin skal búgva næmingin til at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelag, uttan at næmingurin fær frálæru í samfelagsfrøði.

Læra einki um samfelagið

Sum støðan er í dag, fær næmingurin ikki kunnleika til lærugreinina fyrr enn á miðnámi. Hetta merkir, at næmingar kunnu enda fólkaskúlan í 9. flokki, uttan at hava fingið ein einasta tíma í undirvísing um samfelagið.

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at vilja vit upplýstar og virknar borgarar, ið vísa áhuga og virknir taka lut í fólkaræðinum, eiga teir at fáa møguleika at ogna sær vitan og innlit í, hvussu samfelagið er skipað, meðan tey eru í fólkaskúlanum.

Færri tímar í søgu og samtíð

- Tað er týdningarmikið at gera samfelagsfrøði til lærugrein í 9. flokki, fyri at fáa næmingarnar at fáa áhuga fyri politikki í ungum árum, soleiðis at tey mennast og skapa sítt egna politiska støði, sigur Eyðgunn Samuelsen í viðmerkingunum til uppskotið.

Hon ætlar, at næmingarnir skulu fáa undirvísing í samfelagsfrøði, og at frálærutímarnir í søgu og samtíð verða lækkaðir samsvarandi. Hetta kann gerast við at lækka tímatalið í søgu og samtíð í 9. flokki ella við at endurskoða samlaða tímatalið í lærugreini, heldur Eyðgunn Samuelsen.