Stjórnarskipanin skal vísast burtur

bannari
Stjórnarskipanin skal vísast burtur
Meirilutin í formansskapinum mælir til at vísa uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn burtur, men løgtingið hevur avgerandi orðið
Jógvan á Lakjuni og hini í løgtingsins formansskapi hava viðgjørt spurningin, um uppskotið um stjórnarskipan skal viðgerast í tinginum. Meirilutin í formansskapinum mælir til at burturvísa uppskotið.
 
31.10.2012 - 08:39
Meirilutin í formansskapinum í løgtinginum samtykti í gjár at mæla tinginum til at burturvísa uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn um stjórnarskipan Føroya. Løgtingið ger av við atkvøðugreiðslu, um uppskotið skal viðgerast í tinginum ella ikki.
 
Uppskotið varð lagt fram tann 7. september, men eingin viðgerð hevur verið enn uttan tann í formansskapinum.  Uppskotið um stjórnarskipan Føroya byrjar við orðunum "Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og  alt vald í landinum er hjá Føroya fólki."
 
Tá uppskotið varð lagt fram, gjørdi Løgtingsskrivstovan vart við, at uppskotið var ikki løgfrøðiliga eftirkannað.  
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542