Fólkaflokkurin tapir í høvuðsstaðnum

Fólkaflokkurin tapir í høvuðsstaðnum
Javnaðarflokkurin gerst stóri vinnarin, meðan Fólkaflokkurin er einasti flokkur sum missir ein býráðslim, vísir fesk Gallupp-kanning.
Um Gallup-kanningin hjá Sosialinum í dag heldur sær, so fær Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin eina dygga álitisváttan á valinum í morgin. Tapirin gerst Fólkaflokkurin.

12.11.2012 - 17:44

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa seks av teimum 13 umboðunum í Tórshavnar býráð til valið  í morgin. Hetta vísa nýggjastu Galluptølini í eini veljarakanning, sum Sosialurin kunngerð í dag.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 38 prosent av øllum atkvøðunum, og vinnur sostatt eitt umboð í mun til í dag.

Tjóðveldið er næststørst í kanningini við 27 prosentum, og varðveitir síni 4 umboð. Fólkaflokkurin gongur 6 prosentstig aftur og missir eitt umboð og fær 2 í býráðið, og Sambandsflokkurin við 10 prosentum varðveitir sítt eina umboð.

Torir ikki at seta nøvn á Fólkafloksumboðini

Gallup setir eisini nøvn á sjey av teimum, ið verða vald til býráðið. Onki av umboðunum hjá Fólkaflokkinum eru tó millum hesi sjey.

Hjá Javnaðarflokkinum verður borgarstjórin, Heðin Mortensen, stóri vinnarin, meðan kvinnurnar Halla Samuelsen, Elin Lindenskov og Bjørghild Djurhuus standa til at fáa eitt gott val. Hjá Tjóðveldinum kunnu Jógvan Arge og Marin Katrina Frýdal kenna seg nøkulunda trygg, og hjá Sambandsflokkinum tykist ikki vera ivi um, at núverandi býráðslimurin, Annfinn Brekkstein, verður afturvaldur.

Gallup torir ikki at seta nøvn á hvørji valevni í Fólkaflokkinum hava møguleika at verða vald í býráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201