Uppskriftir: Spískamarið í Saksun

Uppskriftir: Spískamarið í Saksun
Her eru uppskriftirnar upp á matin, ið varð gjørdur, tá Spískamarið varð tikið upp í Saksun
Her eru uppskriftirnar upp á matin, sum varð gjørdur í Saksun, tá Gutti Winther millum annað gjørdi krækling
 
28.11.2012 - 10:16
Hvonn & søtur urtakervil & havið
 
Hvonn og søtur urtakervil hóska sera væl at krydda snaps við. Báðar urtirnar hava slagkraft, saft og sús til tann heldur sterka vodkasmakkin, ið flestu reinu snapsar hava. Í hesum føri samfylla havið og urtirnar væl hvørt annað. Vaska urtirnar væl og petta í hóskandi bitar.
 
Stappa urtirnar niður í fløskuna, eftir at tú sjálvandi hevur skálað ein einkultan til einglarnar. Skrúva proppin á aftur og vend fløskuni nakrar ferðir, so urtirnar eru væl breiddar út í fløskuni, og lat standa rúma tíð. Smakkurin verður alt eftir, hvussu nógvar urtir, tú letur í, og hvussu leingi, tú letur tað standa.
 
Góð ráð: Vilt tú varðveita tann grøna litin, pakka tá fløskuna inn í stanniol, so blaðgrønin í urtunum ikki skiftir lit til brúnt av sólarljósinum. Væl gagnist (ella lat bara vera við at drekka snaps, tað er helst ikki gott fyri teg!) :)
 

Urtamajonesa
 
Urtaolja:
 
Ger eina olju við teimum urtunum, sum tú hevur funnið, við at blenda tær væl við einari neutralari olju. T.d. plantu- ella rapsolju. Aftaná er tað smá-kokkaligt at lata oljuna ígjøgnum eitt klæði, so leivdir av stelkunum og annað ikki koma við. Tað sær bara meira prof. út, tá tú serverar tað. 
 
So er klárt at røra majonesu
 
  • 3 pasteuriseraðar eyggjareyðar
  • eitt vet av salti
  • ein slett av edikki
 
Urtaolja:
 
Rør fyrst reyðarnar við saltinum, til tað tjúknar. Lat síðani í einari tunnari strálu oljuna í, meðan tú rørir. Smakka at enda til við ediki. Tað krevur kanska eitt sindur av venjing at fáa lutfallið í ordan, men tað er bara at royna.
 

Snerkt rugbreyð
 
Rugbreyð
Smør
 
Smyr smør á báðar síður. Snerk á heitari grill í 1-2 min á hvørjari síðu (kom nú, hvussu ringt kann tað vera?!)
 

Dampaðir kræklingar
 
Brúka eina passaliga stóra stoypijarnsgrýtu (ella okkurt líknandi) við loki. Vaska kræklingin væl. Ordiliga væl! Tað er fullkomin niðurtúrur at tyggja sand og annað slíkt, tá tú fært tær upp í munnin av kræklingakjøti. So skrubba og skola væl og virðiliga. 
 
Tú skalt brúka:
 
  • Kræklingar
  • Urtaoljuna
  • Smør
  • Sjógv
  • Snapsin við hvonn og søtum urtakervili
 
Urtirnar: Bótarurt, søtan urtakervil, hvonn og grønleyk
 
Hita grýtuna. Hon skal vera heit. Eg brúki eina olju av blomstrunum av bjarnarleyki, ið hevur staðið eina tíð, so oljan hevur fingið sterkan smakk. Lat urtaoljuna og smør í.
 
Tá oljan og smørið byrja at smelta saman, fer kræklingurin, sjógvurin og hvannsnapsurin í. So skal lokið á beinanvegin, so dampurin verður verandi í grýtuni. Rist grýtuna (shaken, not stirred).
 
Eftir fáum minuttum er kræklingurin opin, og klárt er at venda urtirnar í - á aftur við lokinum eina lítla løtu afturat, so er klárt at servera! Dyppa krækling og snerkta breyðið í majonesuna og skola niður við snapsinum.
 
Vælgagnist!
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604