Gjald fyri at gista verður strikað

Gjald fyri at gista verður strikað
Landsstýrið ætlar at strika burðardygdargjaldið í ferðavinnuni
 
30.07.2026 - 09:38


Landsstýrið ætlar at strika burðardygdargjaldið í ferðavinnuni.

Burðardygdargjaldið er 20 krónur hvørja nátt, ferðafólk gista í Føroyum, men tó ongantíð meiri enn 200 krónur.

Bøndur skulu kunna taka gjald frá ferðafólkum, ætlar landsstýrið.

Og tað ætlar eisini at endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu.

Farið verður burtur frá, at ferðavinnuætlanirnar hjá kommununum skulu góðkennast í umsitingini í Havn.

Tað er úti um landið, at ferðavinnumenningin skal vera í tann mun og við teirri ferð, sum fólk á staðnum vil, sigur landsstýrið. 

Við tí vera størri avgerðarrættur og størri ábyrgd løgd til lokalsamfeløgini og til teirra, sum varða av náttúruni, sum ferðafólkini vilja vitja, sigur landsstýrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672