- Tíðindi, mentan og ítróttur
Treytaðan dóm fyri at hava samlegu við barn

Ein ungur maður hevur í Føroya rætti fingið tríggjar mánaða fongulsrevsing og 5.000 kr. í bót fyri millum annað fleiri ferðir at hava havt samlegu við táverandi gentu sínari, sum var yngri enn 15 ár.

Hann visti, at gentan var yngri enn 15 ár, og tá er talan um barn sambært revsilógini.

Dómurin fyri at hava havt samlegu við barni er ikki so harður í hesum førinum, tí rætturin leggur dent á, at aldursmunurin millum tey bæði var lítil, og harafturat gingu tey saman. Fongsulsrevsingin er eisini treytað. Fremur maðurin einki lógbrot næsta árið, skal hann ikki sita dómin.

Sálarlæknaliga viðgerð

Maðurin skal hetta árið vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og geva seg undir sálarlæknaliga viðgerð.

Maðurin er persónskannaður. Niðurstøðan í kanningini fekk rættin at døma mannin at geva seg undir sálarlæknaliga viðgerð. Maðurin er ikki egnaður at gera samfelagstænastu, sigur rætturin eisini.

Hann er eisini dømdur fyri onnur brot á revsilógina og ferðslulógina. Maðurin játtaði seg sekan í øllum ákærunum.