Semja um makrelin - kunnu fiska 300.000 tons næsta ár

Semja um makrelin - kunnu fiska 300.000 tons næsta ár
ICES mælti til at skerja heildarkvotuna 70 prosent, men strandalondini eru samd um at minka kvotuna 48 prosent
Føroyski parturin av heildarkvotuni verður 35.880 tons næsta ár.
 
16.12.2025 - 09:55

Makrelkvotan lækkar ikki so nógv næsta ár, sum ICES upprunaliga mælti til. 

Bretland, Norra, Ísland og Føroyar eru samd um, at mest loyvda veiðan eftir makreli verður 299.000 tons næsta ár.

Skerjingin er 48 prosent, samanborið við makrelkvotuna í ár.

Í heyst mælti ICES til at skerja fiskiskapin eftir makreli heili 70 prosent næsta ár, sammett við í ár. Tilráðingin hevði við sær, at makrelkvotan fór úr 577.000 tonsum niður í 174.000 tons.

Í avataluni, sum varð undirskrivað í gjár, vísa strandalondini á sonevndu "Fmsy meginregluna" hjá ICES. Tað verður brúkt sum grundgeving fyri einans at lækka kvotuna 48 prosent, niður í 299.000 tons.

Føroyar eiga 12 prosent av heildarkvotuni. Tað merkir, at føroyska makrelkvotan verður 35.880 tons næsta ár.

 

Bretland fær størsta partin

Bretland fær størsta partin av makrelkvotuni, tilsamans 30,55 prosent. Norra fær 26,4 prosent, Føroyar fáa sum nevnt 12 prosent, og Ísland fær 10,5 prosent. Ísland var ikki við í makrelavtaluni fyri 2025, men ásetti sær sína egnu kvotu.

Hetta er prosentbýtið, eftir at strandalondini hava rinda fyri atgongd at fiska makrelin, tá hann er bestur. Tað er í norskum og bretskum sjógvi.

Føroysk skip sleppa eisini næsta ár at fiska 35 prosent av makrelinum í bretskum sjógvi og 40 prosent í norskum sjógvi. 

Ísland sleppur at fiska 30 prosent av síni makrelkvotu í føroyskum sjógvi.

Tilsamans hava strandalondini Bretland, Norra, Føroyar og Ísland ásett sær sjálvum 79,45 prosent av heildarkvotuni. 

Tí eru einans góð 20 prosent eftir til onnur lond at fiska, eittnú ES og Russland.

Semjan kann lesast her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983