- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frans I pávi vísti seg fyri mannamúgvuni

Kardinal Jorge Bergoglio úr Argentina er valdur til at gerast tann nýggi pávin. Hann hevur fingið sær pávanavnið Frans tann fyrsti, og gerst pávi nummar 266 í røðini sum byrjaði við Sankta Pætur.

Hann kemur frá starvinum sum erkabiskuppur í Buenos Aires i Argentina. Bergoglio er føddur 17. desember í 1936, og er 76 ára gamal.

Hann er tann fyrsti pávin sum ikki er úr Evropa síðani Gregor III av Sýrialandi sat sum pávi frá 731 til 741.

Bið fyri mær

Frans tann fyrsti kom út á altanina á Pæturkirkjuni klokkan 19.25 føroyska tíð, og byrjaði við at siga gott kvøld til stóru mannamúgvuna.

- Tit vita at at tað er pliktin hjá konklavinum at finna ein biskupp av Rom. Teir noyddust næstan til heimsins enda fyri at finna hann, segði hann við einum brosi.

- Eg takki tykkum fyri vælkomuna, segði hann áðrenn hann bað eina bøn fyri Bænadikt páva sum legði frá sær, og síðani bað hann Faðir Vár.

Óvæntað val

At Bergoglio gerst pávi kom óvæntað á tey flestu, tí hann hevur ikki verið nevndur sum ein av teimum við best møguleikum. Hann bleiv útnevndur til kardinal av Jóhannus Paul II páva í 2001.

Frans I hevur alla sína tíð arbeitt í heimlandinum Argentina. Fleiri av teimum sum blivu nevndir sum møguligir pávar hava gjørt tænastu í Vatikanum, men tað hevur Bergoglio ikki gjørt.

Tað sigst at hann var tann sum fekk næstflestar atkvøður tá Bænadikt XVI bleiv valdur í 2005, men var hildin at vera ov gamal til at gerast pávi tað ferðina.

Kelda: NRK