Tøgnin aftur brotin

Tøgnin aftur brotin
"Eingi orð" eitur nýtt staklag frá dreingjabólkinum Tøgn, ið ber vitnisburð um, at ein heildarútgáva er ávegis frá føroyska superbólkinum, greiðir Beinir Troest Rasmussen frá
Teir fýra í Tøgn f. v. Beinir Troest Rasmussen, Filip Zachariassen, Jónas Gaard og Bárður Petersen
Mynd: Magnus Tróndheim   
 
31.08.2026 - 21:00

Føroyski dreingjabólkur Tøgn, ið eisini er ein superbólkur við limum, sum frammanundan eru kend tónlistafólk, hevur enn einaferð brotið tøgnina. 

"Eingi orð" eitur nýggja staklagið hjá bólkinum, sum er tað triðja hjá Tøgn. 

Talan er um ett orkuflut staklag til síðsummarið, skrivar teir fýra, ið manna Tøgn, Bárður Petersen, Beinir Troest Rasmussen, Filip Zachariassen og Jónas Gaard. 

Vit hava fingið orðið á Beinir Troest Rasmussen um nýggja staklagið og ætlanirnar við Tøgn. 

 

Hvat er hetta fyri ein sangur?

“Eingi orð” er ein lívligur popp sangur, sum snýr seg um tey sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær sjálvari. Hóast lívið kann gera, at man ikki fær stundir at síggjast so ofta, veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur. Sangurin er framleiddur á Oyrasundskollegiinum (B613) og í Ekho Ekho í Keypmannahavn.

 

Tit eru rættiliga virknir í løtuni. Hví tað?

Tí vit allir elska at skriva saman og spæla tónleik.

 

Hvat er í væntu?


Vit arbeiða upp á eina heildarútgávu, har millum annað tey trý stakløgini, vit longu hava givið út, vera á. Vit gleða okkum sera nógv til at vísa fram teir nýggju sangirnir.

 

Hvat er málið við Tøgn?

Málið er fyrst og fremst at skriva góðan tónleik á føroyskum um evnir og kenslur, sum fólk kunnu kenna seg aftur í. Tað føroyska málið hevur stóran týdning fyri okkum. Vit búgva allir í Danmark, men hava samstundis eitt sera sterkt tilknýti til Føroyar. Vit vilja gjarna vera við til at vísa, at føroyskt riggar líka væl í nútímans popp- og indietónleiki sum øll onnur mál – og kanska gera okkara til at flyta føroyskan tónleik eitt sindur í eina nýggja ætt.

 

Er ikki vandi fyri, at Tøgn yvirhálar tína og tykkara solokarrieru?

Haha, jú, kanska! Men tað hevði nú ikki verið tað ringasta. Vit síggja tað ikki sum eina kapping millum Tøgn og okkara egnu verkætlanir. Vónandi kunnu tær heldur styrkja hvørja aðra, og um Tøgn skuldi farið heilt avstað, so taka vit tað fegnir við.


Orð og lag:

Tøgn – Bárður Petersen, Beinir Troest, Filip Zachariassen og Jónas Gaard


Framleiðsla:

Tøgn


Ljóðbland og frumband:

Óli Poulsen


Kór: Árni Andreassen, Beinta Marnarsdóttir Andreassen, Bogi Joensson Petersen, Durita Árnadóttir Andreassen, Elisabet Maria Pálsdóttir, Høgni Fríðuson Gaard, Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar og Tórur Garðshon Rasmussen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666