Úr Víkingi til Vejle: Gunnar droymir um Superligafótbólt

Úr Víkingi til Vejle: Gunnar droymir um Superligafótbólt
Gunnar Vatnhamar er eisini ein av føroysku spælarunum, sum í hesum døgum skiftir felag. Hann fer úr íslendska Víkingi til danska Vejle at spæla um uppflyting til superliguna
Gunnar Vatnhamar takkar fyri seg í Íslandi, og skal nú royna seg í Vejle Boldklub í næstbestu donsku deildini
31.08.2026 - 21:17

Gunnar Vatnhamar hevur pakkað kuffertini og taskurnar eftir góð trý ár í íslendskum fótbólti.

Leiðin gongur til Danmarkar, har leirvíkingurin skal hjálpa Vejle BK at tryggjað sær uppflyting til Superliguna.

 - Tað hevur faktiskt altíð verið verið ein dreymur. Eg veit ikki, um tað er nakar føroyskur fótbóltsspælari, sum ikki hevur droymt um at fara til Danmarkar at spæla, sigur Gunnar Vatnhamar.

 

Hevði pakkað dreymin niður

Í roynd og veru hevði landsliðsspælarin pakkað dreymin niður, tá kjansurin at fara til Ísland at spæla við Víkingi brádliga stakk seg upp fyri góðum trimum árum síðan. 

Tíðin í íslendska høvuðsstaðnum hevur verið góð, og tað er ikki lætt at siga farvæl, viðgongur Gunnar Vatnhamar, sum hevur vunnið bæði steypakapping og meistaraheiti í Víkingi.

 - Tey tóku so væl ímóti mær, og vit trivust skjótt her saman við vinmonnum úr felagnum, sigur ágangandi spælarin, sum skjótt gjørdi vart við seg á vøllinum.

 - Tað er høgur intensitetur, nógvar duellir, og faktiskt skuldi eg vinna bóltarnar og geva hann víðari til teir, sum skuldu skora mál. So hevði eg gjørt mítt. Eg skuldi bara syrgja fyri, at teir kundu satsa, sigur Gunnar Vatnhamar. 

Vit vóru við, tá kuffertini vórðu pakkað.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688