Neyðtøkumál á G! meldað til løgregluna

Neyðtøkumál á G! meldað til løgregluna
Enn er ikki greitt, um ein fráboðan um kynsligan ágang móti eini ungari kvinnu í Gøtu sunnudagin, kemur fyri rættin
Eitt mál um neyðtøku á G! er meldað til løgregluna
 
22.07.2013 - 11:15

- Málið verður kannað í løtuni, og so verður støða tikin til, um tað kemur fyri rættin.

Tað eru boðini frá vakthavandi á politistøðini, tá spurt verður um fráboðanina um kynsligan ágang móti einari ungari kvinnu í Gøtu seinnapartin sunnudagin.

Hendingini fór sambært www.in.fo fram á einum kampingøki, sum varð brúkt í sambandi við G! festivalin. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið og handtók nakrar mans í tjúgunum.

Okurt bendir á, at menninir eru latnir leysir aftur, tí eingin fráboðan um grundlógvaravhoyring er send út.

Vakthavandi á politistøðini vil tó ikki vátta, at menninir eru latnir leysir, men sagt verður, at støða enn ikki er tikin til, um málið kemur fyri rættin. Mett verður um hetta í løtuni.

Annars vil politiið ikki siga so nógv um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541