Sorgarboð eftir oyggjaleikirnar

Sorgarboð eftir oyggjaleikirnar
Tað var við spenningi, at farið varð yvir um hav at fylgja ítróttarfólkum okkara á Bermuda á 15. oyggjaleikunum
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
 
23.07.2013 - 11:45

Samkensluskriv frá landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø

Longu frá fyrsta kappingardegi sást, at dugur var í føroyskum íðkarum, sum saman við venjarum, leiðarum og fyriskiparum bóru Merkið høgt og umboðaðu okkum væl. Ikki minst tí øll høvdu fyrireikað seg væl til ferðina og kappingarnar. Vit vóru sera stolt av flottu føroysku  avrikunum.


Tað var tí ein errin og  væl nøgdur hópur, sum sunnumorgunin lendi aftur í Vágum eftir hendingaríku og væleydnaðu leikirnar.


Tá fólk smátt um smátt bóðu hvør øðrum farvæl og fóru hvør til sítt, var tað við gleði um tíðina, vit høvdu havt saman.


Sigursmóttøkur vóru fyriskipaðar av teimum, sum spent høvdu fylgt leikunum heimanífrá og sum nú ynsktu at heiðra íðkarum, sum komu heimaftur við heiðursmerkjum.


Men brádliga varð alt øðrvísi, tá ferðsluvanlukkan hendi á Sandavágshálsi, og tveir av okkara ítróttarleiðarum og hýrivognsførari teirra lótu lív. Gleði broyttist til svára óskiljandi sorg, sum hevur rakt okkum øll.


Orð eru fátøk í slíkari sorgarstund.


Føroyski ítróttaheimurin hevur mist og allar Føroyar eru í sorg. Men størst er sorgin hjá teimum nærmastu, sum hava mist ein av sínum kæru. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini og signa tykkum frameftir á lívsleiðini.


Minnini um Høgna Carlsson og Vilhjálm Gregoriussen, sum fyrimyndarliga gingu á odda sum fyriskiparar innan badmintonítróttin, fara at liva víðari innan føroyska ítróttaheimin. Alt tað góða teir gjørdu á ferðini á Bermuda. Teirra stóra arbeiði innan ítróttin sum heild og teirra nærlagni og avrik í dagliga yrki og í lívi er dýrgripur, vit fara at minnast.


Gævi vit kunnu koma styrkt úr sorgini og megna at byggja víðari á teirra dygdir, hugburð og avrik!


Við hesum fáu orðum fari eg sum landsstýrismaður í mentamálum og varðandi av ítróttinum, vegna Føroya Landsstýri at lýsa frið yvir minni um teir, sum farnir eru.


Við djúpastu samkenslu


Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. juli
Guðstænasta í Havnar kirkju
194985
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Leygardag 26. juli
Morgunlestur leygardagur 26. juli 2025
194849
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. juli
Tíðir og tankar
194978
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844