Yvirfriðingarnevndin: Minni inntriv at gera súkklubreyt við vindmyllur

Yvirfriðingarnevndin: Minni inntriv at gera súkklubreyt við vindmyllur
Yvirfriðingarnevndin mælir Sersambandinum fyri súkkling og triatholon til at kanna økið við Bøllureyn nærri
Rossafólk og onnur hava mótmælt ætlanini at gera súkklubreyt nærindis Rossagøtuni.
 
08.07.2026 - 13:25

Yvirfriðingarnevndin sigur, at tað er minni intriv í náttúruna, um ætlaða súkklubreytin í Havn verður løgd við ella millum vindmyllurnar. Talan er um økið við Bøllureyn.

Yvirfriðingarnevndin mælir tí Sersambandinum fyri súkkling og triatholon til at kanna møguleikan nærri. 

Tað stendur í skrivi frá Yvirfriðingarnevndini.

Tað var andstøðulimurin í Tórshavnar býráð, Annfinn Brekkstein, sum vildi hava friðingarmyndugleikarnar at taka støðu til málið um súkklubreytina.

Friðingarnevndin fyri Streymoyar sýslu gav 30. apríl í ár loyvi til súkklubreytina við Rossagøtuna oman fyri Hotel Føroyar, tó við fleiri treytum. 

Fleiri rossafólk og onnur hava mótmælt hesi ætlanini.

 

Málið viðgjørt í Yvirfriðingarnevndini

Sambært náttúrufriðingarlógini, grein 21, stk 3 skal málið eisini til Yvirfriðingarnevndina.

Yvirfriðingarnevndin hevur í skrivi 16. juni skrivað til Sersambandið fyri súkkling og triathlon. Í skrivinum verður m.a. sagt:

"På den baggrund er det Overfredningsnævnets umiddelbare opfattelse, at baneanlæggets påvirkning af landskabets særpræg vil være betydeligt mindre 
ved en placering ved eller mellem vindmøllerne end ved den ansøgte placering. Når dette sammenholdes med at begrundelsen for den valgte placering så vidt ses er  afstanden til byen, taler hensynet til landskabets særpræg for at placere baneanlægget ved eller mellem vindmøllerne. Overfredningsnævnet skal derfor henstille til SST (Sersambandið fyri súkkling og triathlon) om at afklare, om baneanlægget kan placeres som foreslået."

 

Fundur aftur í august

Sersambandið fyri súkkling og triatholon hevur sent skriv aftur til Yvirfriðingarnevndina, har sersambandið grundgevur fyri ætlaðu breytini tætt við Rossagøtuna.

Súkklubreytin skal nýtast til oyggjaleikirnar, sum verða um eitt ár í Føroyum.

Yvirfriðingarnevndin hevur fund aftur 17. august, og tá er málið um súkklubreytina eitt av málunum á skránni.

Sí skriv frá Yvirfriðingarnevndini

Sí skriv frá Sersambandinum fyri súkkling of triatholon

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311