Skótahjálpin letur 100.000 krónur til Venesuela

Skótahjálpin letur 100.000 krónur til Venesuela
Skótar kenna ikki landamørk, tá tað ræður um at hjálpa, og nú fáa teir venesuelsku skótarnir eina kærkomna fíggjarliga hjálp frá føroysku skótunum
Jarðskjálvtarnir í Venesuela hava gjørt stóran skaða. Skótarnir í landinum gera stórt og týdningarmikið hjálpararbeiði, og eru eisini partur av tilbúgvingini.
Mynd: Maxwell Briceno/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 13:51

Føroyska Skótahjálpin letur stóra upphædd til skótarnar í Venesuela.

Í Venesuela, har tað enn verður leitað eftir fólki í húsatoftunum eftir oyðandi jarðskjálvtarnar 25. juni, gera skótarnir stórt og týdningarmikið hjálpararbeiði, og eru eisini partur av tilbúgvingini.

Skótar kenna ikki landamørk, tá tað ræður um at hjálpa, og nú fáa teir venesuelsku skótarnir eina kærkomna fíggjarliga hjálp uppá 100.000 krónur frá føroysku skótunum.

 


Steinar Patursson. 

 

Arbeiðið hjá skótunum í Venesuela sampakkar eisini væl hugburðin hjá føroysku skótunum, sigur Steinar Patursson, aðalskrivari í Føroya Skótaráð.

Føroysku skótarnir syrgja sjálvir fyri at fylla í aftur grunnin, so hvørt sum latið verður úr honum til ymisk hjálparátøk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08072026_Skotahjalp_til_Venesuela


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655