- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta eru revsitiltøkini
Hetta eru revsitiltøkini
Skip, sum flyta sild og makrel úr Føroyum til ES, sleppa ikki í ES-havnir, tá handilsforðingarnar eru komnar í gildi, kanska longu 8. august
25.07.2013 - 08:14
Í uppritinum, sum Evropanevndin hjá fólkatinginum fekk frá Matvørumálaráðnum í gjár, er neyvt tilskilað, hvat handilsstongsulin umfatar.
Forboð verður móti at innflyta sild og makrel ella vørur, gjørdar úr sild ella makreli, til ES - eisini fisk, sum skal víðari til lond uttan fyri ES. Forboðið er galdandi fyri øll skip, sum fiska við føroyskum loyvi.
Hesi skip ella skip, sum flyta sild og makrel úr Føroyum, sleppa ikki at brúka ES-havnir.
Forboðið er galdandi fyri 14 vørusløg í tolllógini hjá ES, tá ræður um norðhavssild, og átta makrelsløg.
Forboðið verður ikki galdandi fyri mjøl og lýsi.
Og ES sleppur ikki at selja Føroyum skip, sum fiska sild, reiðskap ella annað, sum krevst fyri at fiska norðhavsild í føroyskum sjógvi.
Handilsstongsulin fer eisini at umfata havnir í Danmark og í hinum báðum Norðurlondunum í ES, Svøríki og Finnlandi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV