Atlantsflog flýgur framvegis til Egyptalands

Atlantsflog flýgur framvegis til Egyptalands
Hóast bæði Star Tour og Spies hava avlýst allar ferðir í ár, væntar felagið, sum Atlantsflog flýgur fyri, at støðan í Egyptalandi fer at batna
Atlantsflog nýtir Airbus-flogfar, tá flogið verður fyri Atlantis Rejser til Egyptalands
Mynd: planespotters.net  
 
26.08.2013 - 17:04

Tvær stórar, danskar ferðaskrivstovur hava avlýst allar ferðir til Egyptalands, tað sum eftir er av árinum.

Men ferðaskrivstovan, Atlantis Rejser, sum Atlantic Airways flýgur fyri, hevur ikki gjørt nakrar broytingar.

9.000 ferðafólk

Tað eru ferðaskrivstovurnar, Star Tour og Spies,sum hava avlýst allar ferðir til Egyptalands, tað sum er eftir av árinum, skrivar Ritzau. Tað ber í sær, at 2.000 ferðafólk, sum høvdu ætlað sær til Egyptalands við Star Tour, og 7.000 við Spies, noyðast at setast aftur.

Til tess at tryggja viðskiftafólkunum, at tey kortini sleppa at ferðast, fer Star Tour í staðin at bjóða teimum at fara til Tenerife hetta til januar, sigur sølustjórin, Stig Elling. Danska uttanríkisráðið hevur ikki broytt vegleiðingina fyri at ferðast í Egyptalandi, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar, og fleiri enn 1000 fólk hava latið lív.

Hava einki færtt um broytingar

Atlantic Airways flýgur ikki fyri tær báðar ferðaskrivstovurnar, sum nú hava avlýst allar ferðir til Egyptalands. Atlantic Airways flýgur fyri ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, og fyribils hevur tann skrivstovan ikki gjørt nakrar broytingar.

- Vit hava einki frætt frá Atlantis Rejser um nakrar broytingar í teirra ferðum, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Kunningarstjórin hjá Atlantis Rejser, Pernille Ammitzbøll, sigur við Jyllandspostin, at tey hava ongar ætlanir um at avlýsa ferðirnar til Egyptalands. Hon kennir seg sannførda um, at viðurskiftini í Egyptalandi fara at batna aftur.

- Seinastu vikuna hevur eingin ófriður verið, og tí er tað bert ein spurningur um tíð, til viðurskiftini eru fingin í rættlag, sigur hon við blaðið.

Kann ávirka ársúrslitið

Tá Atlantic Airways í farnu viku almannakunngjørdi úrslitið fyri fyrra hálvár, boðaði leiðslan frá, at ótryggu viðurskiftini í Egyptalandi kunnu ávirka úrslitið hjá felagnum í ár.

- Heldur ótrygga støðan í Egyptalandi fram eftir 1.oktober, tá meiri flúgving verður til Egyptalands, kann tað ávirka ársúrslitið hjá føroyska flogfelagnum, varð sagt í fráboðanini frá Atlantic Airways. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522