Embætisfólk seta nógv spurnartekin við Eysturoyartunnilin

Embætisfólk seta nógv spurnartekin við Eysturoyartunnilin
Embætisfólkini fingu bara lógarupskotið til eftirkanningar og viðmerkingar, ikki sáttmálan, sum Kári P. Højgaard longu tá hevði gjørt við Copenhagen Infrastruture Partners.
Nógvu viðmerkingarnar hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum fylla 11 síður. Tær vóru ikki saman við tingmálinum, tá løgtingið fekk tað beint eftir ólavsøku.
 
28.08.2013 - 08:41

Hvussu er støðan hjá føroyskum myndugleikum mótvegis partafelagnum, sum fær einkarrættin at gera og eiga Eysturoyartunnilin? Eru myndugleikarnir sleptir upp á fjall?

Hetta eru afturvendandi spurningar og ivamál hjá embætisfólkunum hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum lósu lógaruppskot hansara um at broyta lógina um einkarrættin til undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð.

Sóu ikki sáttmálan

Embætisfólkini fingu bara lógarupskotið til eftirkanningar og viðmerkingar, ikki sáttmálan, sum Kári P. Højgaard longu tá hevði gjørt við Copenhagen Infrastruture Partners.

Umhvørvisdeildin í Innlendismálaráðnum spyr millum annað, hvørjar skyldur partafelagið hevur at lata føroyskum myndugleikum upplýsingar viðvíkjandi góðkenning og eftirliti.

Spurt verður eisini, um partafelagið hevur skyldu at boða føroyskum myndugleikum frá, um felagið heldur sín arbeiðssetning, og um felagið hevur tann fíggjarliga vinning, sum felagið ætlaði sær.

Um nú ein triði partur kemur við krøvum móti tunlinum, hevur felagið tá skyldu til at halda landstýrismanninum, tað er landskassanum, leysum av slíkum krøvum? spyr Umhvørvisdeildin eisini.

Fylla 11 síður

Nógvu viðmerkingarnar hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum fylla 11 síður. Tær vóru ikki saman við tingmálinum, tá løgtingið fekk tað beint eftir ólavsøku.

Ikki fyrr enn mánadagin, t.e.20 dagar eftir fyrstu viðgerð í tinginum, fekk Rættarnevndin viðmerkingarnar - í trúnaði.

Og nú hevur nevndin tikið eitt time-out, meðan hon skattar dýpið. Næsti fundur hjá nevndini, sum viðger uppskotið hjá Kára P. Højgaard og fýra onnur tunnilsuppskot, er ikki ásettur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 8mf
211095
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf kvinnur
211090
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 14-16
211086
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir
211084