Landsstýrismaðurin: Korona lærdi okkum, at veitingartrygd er neyðug

Landsstýrismaðurin: Korona lærdi okkum, at veitingartrygd er neyðug
Norðurlond hevur skrivað undir yvirlýsing um at tryggja atgongd til grundleggjandi vørur og tænastur, tá ið kreppa rakar
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.09.2026 - 14:56

- Koronutíðin lærdi okkum, at neyðugt er við veitingartrygd.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og fiskivinnumálum, nú Norðurlond hava skrivað undir felags yvirlýsing um veitingartrygd. 

Samstarv um veitingartrygd styrkir førleikan at tryggja atgongd til grundleggjandi vørur og tænastur, tá ið kreppa rakar - bæði í friðar- og stríðstíð, verður sagt í tíðindaskrivi frá uttanríkis- og fiskimálaráðnum.

Skrivað var undir yvirlýsingina í gjár í sambandi við árliga fundin í norðurlendska samstarvinum um veitingartrygd, Nordic Supplies Summit.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen í útvarpstíðindunum: 

 

03092026_Veitingartrygd


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040