Høgni Hoydal: Løgmaður ábyrgd av at landsstýrisfólk fyrisita lógliga

Høgni Hoydal: Løgmaður ábyrgd av at landsstýrisfólk fyrisita lógliga
Formaðurin í Tjóðveldi, sigur, at løgmaður hevur virkið afturvíst at steðga framferðini hjá Kára P. Højgaard landsstýrismanni
Løgmaður hevur virkið afturvíst at steðga framferðini hjá Kára P: Højgaard, landsstýrismanni, sigur Høgni Hoydal
 
28.08.2013 - 11:30

- Máti skal vera við, hvørjum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal sleppa avstað við. Løgmaður hevur rættarliga ábyrgd av at hava eftirlit við, at landsstýrismenn fyrisita lógliga. Tað er hansara fremsta uppgáva. Og løgmaður hevur virkið afturvíst at steðga framferðini hjá Kára P: Højgaard, landsstýrismanni.

Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eftir at løgmaður fyrrapartin segði í ùtvarpinum, at hann sigur seg einki kenna til atfinningarsomu viðmerkingarnar móti lógaruppskotinum um Eysturoyartunnilin.

Løgmaður vardi alment

Høgni Hoydal sigur, at longu tá hann og Aksel V. Johannesen settu fyrispurning um málið um miðjan juni, helt landsstýrismaðurin upplýsingum frá Landsverki aftur. Hetta vardi løgmaður alment.

- Undir 1. viðgerð av lógaruppskotinum varð spurt óteljandi ferðir frá tingfólki beinleiðis til løgmann, um allar upplýsingar ikki áttu at koma fram. Hann vísti øllum frá sær, sigur Høgni Hoydal.

Hevur einki gjørt

- Fyri fleiri vikum síðani hava framstandandi løgfrøðingar sum Halgir W. Poulsen sagt alment í Kringvarpinum, at tað er ólógligt at senda eitt lógaruppskot niðan uttan allar upplýsingar. Løgmaður hevur onki sagt ella gjørt, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179