Forstjórin sagdur úr starvi

Forstjórin sagdur úr starvi
Eivind Kolding hevur verið forstjóri í Danske Bank síðani 15. februar í ár, men nevndin heldur, at neyðugt er at hava ein stjóra, sum hevur neyvari bankaførleika
Eivind Kolding er sagdur úr starvinum sum forstjóri í Danske Bank
 
16.09.2013 - 10:05

Ovasti stjórin í Danske Bank, Eivind Kolding, er sagdur úr starvi. Eivind Kolding kom í starvið 15. februar í fjør, tá hann tók við eftir Peter Straarup. Frammanundan var hann stjóri í Maersk Line.

Nýggjur forstjóri í Danske Bank verður 49 ára gamli Thomas F. Borgen, sum er av norskum uppruna.

Meiri kundavinarligur

Nevndarformaðurin fyri bankan, Ole Andersen, grundgevur uppsøgnina við, at Danske Bank er í eini tilgongd, har bankin skal venda sær meiri móti kundunum, skrivar Ritzau.

- Hóast Eivind Kolding hevur nógvar fakligar og menniskjaligar dygdir, hevur nevndin mett, at neyðugt er við einum manni í stjórasessinum við neyvari bankaførleika, sigur nevndarformaðurin.

Nevndarformaðurin leggur dent á, at uppsøgnin av forstjóranum einki hevur við fíggjarstøðuna hjá bankanum at gera.

Thomas F. Borgen hevur verið í starvi í Danske Bank síðan 1997, síðan 2009 hevur hann verið við í leiðsluni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926