Viðareiðistunnil: Lægsta tilboð 13 mió. kr. hægri enn játtanin

Viðareiðistunnil: Lægsta tilboð 13 mió. kr. hægri enn játtanin
Lægsta tilboðið er 175 mió. kr., men sambært lógini kann verkætlanin kosta í mesta lagi 162 mió. kr.
 
20.09.2013 - 08:08

Antin noyðist Landsverk at samráða seg niðureftir, ella noyðist landsstýrið í løgtingið at biðja um fleiri pengar. Nú tilboðini eru latin upp, er lægsta tilboðið upp á arbeiðið at gera berghol til Viðareiðis 175 mió. kr.

Tað eru 13 milliónir meira, enn løgtingið í vár játtaði til arbeiðið. Sambært lógini kann verkætlanin í mesta lagi kosta 162 mió. kr.

Og verkætlanin er:

- eitt 1850 metrar langt berghol millum Hvannasund og Miðdal,

-vegur úr landsvegnum við Hvannasund til bergholdsmunnan

- og landsvegur úr Miðdali til Viðareiðis.

Føroyska byggifelagið Articon og norska felagið LNS eiga lægsta tilboðið. Landsverk fekk tilboð frá fýra byggifeløgum. Hini tilboðini eru nakað væl hægri enn tilboðið frá Articon og LNS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290