- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burturvið at leggja skip hjá Vørn og Havstovuni undir SL
- Eg mæli staðiliga frá, at ætlanin verður framd, áðrenn avleiðingarnar eru gjølla lýstar og vissa er fingin fyri, at broytingin virkar, sum ætlað. Verður ætlanin sett í verk, verða tann vísindaligi, tøkniligi og fíggjarligi parturin skildir sundur. Hetta má væntast at fáa stórar negativar avleiðingar.
Millum annað hetta sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, í sambandi við ætlanina hjá landsstýrinum at leggja havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, undir Strandfaraskip landsins.
Vørn mælir eisini frá
Leiðslan á samanlagda stovninum, Vørn, sum er fyrrverandi Fiskiveiðieftirlitið (sum rekur Brimil og Tjaldrið), MRCC og Tilbúgvingarstovnurin, mælir eisini staðiliga frá at leggja teirra skip undir Strandferðsluna.
- Vørn vil tí heita á Føroya landsstýri og landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um at sleppa hesi ætlan. Sum nevnt omanfyri (tað er í grundgevingunum hjá Vørn, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í) eru ongar sakligar grundgevingar, sum tala fyri, at nøkur sparing er við hesi ætlan. Men hetta kemur at viðføra eina niðurlaging av eftirlitinum og ikki minst bjargingartænastuni, sigur stjórin í Vørn, Elmar Højgaard.
Nógv øðrvísi enn ferðamannaskip
Vørn vísir í viðmerkingunum til landsstýrið á, at stórur munur er at reka ferðamannaskip og eftirlits- og bjargingarskip. Krøvini til manningarnar er rættiliga ymisk.
- Uppgávan hjá Strandfaraskipum er at flyta farm og ferðafólk millum oyggjarnar. Brimil og Tjaldrið hava nógv fjølbroyttari arbeiðsuppgávur, sum krevja heilt aðra útgerð enn eitt ferðamannaskip. Manningin verður eisini skúlað øðrvísi til eitt vaktar- og bjargingarskip í mun til eitt ferðamannaskip.
- Strandfaraskipini avlýsa vegna veður, men vaktar- og bjargingarskipini skulu avstað, um nakað er á vási – uttan mun til veðrið, sigur Elmar Højgaard í svarskrivinum til landsstýrið.
Leiðslan í Vørn vísir eisini á, at maskinurnar umborð á Brimli og Tjaldrinum eru av heilt øðrum slag enn umborð á Strandfaraskipunum. Haraftrat er nógv serlig tøkni og onnur útgerð umborð á vaktarskipinum, sum ikki eru umborð á skipunum hjá Strandferðsluni. Og tískil er øll serfrøðin hjá Vørn, og onga aðrastaðni.
Magnus Heinason ger vísindaligt arbeiði
Leiðslan á Havstovuni vísir í sínum svarskrivi á, at Magnus Heinason er onki vanligt skip, men eitt vísindaligt arbeiðsamboð.
- Skipið er okkara høvuðsamboð, og tað er einans Havstovan, ið kann gera av, hvat skipið skal gera hvønn einstakan túr, og hvussu arbeiðið umborð skal leggjast til rættis. Hesa ábyrgdina fer Havstovan altíð at hava, uttan mun til hvør hevur reiðarauppgávuna. Kanningarnar skifta frá túri til túr, og riggað verður til og riggað verður av ímillum túrarnar. Tað arbeiðið ger Havstovan, sigur Eilif Gaard, stjóri.
Vísindalig tøkni
Havstovan vísir eisini á, at sum granskingaramboð er skipið útgjørt við hópin av vísindaligari tøkni. Einstøku túrarnir eru ymiskir, og hvør einstakur túrur hevur neyv faklig krøv til tøkni og mannagongdir. Hesi krøv er tað bara Havstovan, sum kann greina (definera).
Starvsfólk á Havstovuni hava eisini tann fakliga førleikan, sum skal til fyri at menna útgerðina, at halda útgerðina og at tryggja, at útgerðin virkar sambært vísindaligu krøvunum. Tað er uppgávan hjá reiðarínum at ansa eftir, at skipið tøkniliga er ført fyri at gera tað arbeiðið, sum gerast skal.
- Men kann eitt reiðarí, sum ikki hevur kunnleika til granskingarkrøvini, veita trygd fyri, at tað er ført fyri at røkja hesa uppgávuna, spyr Havstovan.
Loysir seg heldur ikki fíggjarliga
Bæði Havstovan og Vørn vísa aftur, at tað fer at hava fíggjarligar fyrimunir at leggja skipini undir Strandferðsluna. Heldur øvugt.
Stjórin á Havstovuni heldur, at tað verður dýrari at leggja Magnus Heinason undir Strandferðsluna.
- Hesin parturin er sjálsagt ábyrgd hjá reiðarínum. Sjálvandi kunnu onnur enn Havstovan avgreiða tann fíggjarliga partin, men tað sigur seg sjálvt, at av tí at eitt eventuelt uttanfyristandandi reiðarí ongan kunnleika hevur til granskingarfunksjónir, er tað í veruleikanum ógjørligt hjá reiðarínum at fíggjarstýra raksturin á ein effektivan og bíligan hátt.
- Tí fer sundurskiljingin av fíggjarligu ábyrgdini, vísindaligu ábyrgdini og tøkniligu ábyrgdini við vissu at gera dagliga raksturin bæði tvørligari og dýrari, enn hann er í dag, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni.
Minni til Brimil og Tjaldrið
Stjórin á Vørn vísir á, at hóast virksemið hjá Strandferðsluni er munandi minka, eitt nú av Vága- og Norðoyartunlunum, er raksturin øktur munandi. Á Fiskiveiðieftirlinum, hinvegin, hevur tað hepnast at halda raksturin á sama stigi, hóast størri arbeiðsbyrðar eru lagdar á Fiskiveiðieftirlitið.
- Vit kunnu nevna veiðuváttanir, fiskiloyvir og PSC-kanningar, sum hava ført við sær, at neyðugt hevur verið at sett meira pening av at menna KT-skipanir.
- Tað er tí sera óheppið at leggja raksturin og manningarnar á skipunum Brimli og Tjaldrinum undir Strandferðsluna. Úrslitið verur, at hesi bæði skipini koma at bera sparingar, sum fremjast skulu á Strandferðsluni, sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn.