Kannar um embætisførslan hjá Kára P. Højgaard kann kannast

bannari
Kannar um embætisførslan hjá Kára P. Højgaard kann kannast
Nú er óvist, hvussu verður við kanningini hjá landsstýrismálanevndini, tí landsstýrismaðurin er koyrdur til hús
Sirið Stenberg er forkvinna í landsstýrismálanevndini
 
07.09.2013 - 11:47

Landsstýrismálanevndin kannar nú, um tað ber til hjá henni at kanna embætisførsluna hjá Kára P Højgaard, nú hann er koyrdur frá sum landsstýrismaður.

Nevndin avgjørdi í vikuni at kanna, hví Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, ikki gav tingmonnunum, Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydali, tøl hjá Landsverki, tá teir í juni spurdu hann um Eysturoyartunnilin. Men hetta var, áðrenn løgmaður koyrdi landsstýrismannin úr starvi. Og nú er ikki vist, hvussu verður við kanningini, tí landsstýrismaðurin er koyrdur til hús, sigur forkvinnan í landsstýrismálanevndini, Sirið Steenberg.

Forkvinnan í andsstýrismálanevndini vil eisini hava aðrar spurningar kannaðar í tunnilsmálinum.

Tríggir limir

Landsstýrismálanevndin hevur tríggjar limir: Tveir úr samgonguni, sum eru Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum. Og so Sirið Steenberg úr Tjóðveldi.

Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við, at landsstýrið - tað eru løgmaður og landsstýrisfólk - útinna sítt starv á lógligan hátt. Hevur nevndin illgruna um óreglusemi í fyrisitingini hjá teimum, so kann hon krevja, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna málið víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026