- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málsøkið rúsandi evni á føroyskar hendur á nýggjárinum
Málsøkið rúsandi evni á føroyskar hendur á nýggjárinum
Málsøkið er í løtuni felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað í Føroyum

Løgtingið hevur samtykt at yvirtaka málsøkið rúsandi evni.
22.10.2026 - 15:53
Á nýggjárinum verður málsøkið, sum eitur rúsandi evni, yvirtikið.
Tað hevur løgtingið samtykt.
Eingin atkvøddi ímóti, og eingin atkvøða var blonk.
Málsøkið er í løtuni felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað í Føroyum.
Tá málsøkið er yvirtikið, verða allar ásetingar, sum nú eru galdandi í Føroyum, og ikki stríða móti heimastýrislógini, verandi í gildi, til tær verða broyttar ella avtiknar.
Heimildir og skyldur hjá donskum myndugleikum verða fluttar til føroyskar myndugleikar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























